Mynda útprent

Tit eru vælkomin inn við telefon, geyma ella senda okkum myndir at prenta fyri teg.

Vanligar støddir tá tað kemur til útprent eru: 10×15 cm, 13×18 cm, 18×24 cm, 20×30 cm, 30×40, 40×60 cm, 50×70 cm, 60×80 cm, 70×100

Eitt gott hugskot er at taka mát har myndin skal verða fyri at síggja uml. hvussu stór myndin skal verða.

Samklipp

Vit hava t.d. uml. 100 ymisk samklipp, ið tit kunnu koma inn í handilin at gera. Samklipp eru serstakliga væl egnað til t.d. brúdleyp, fyrsta árið hjá barninum ella til onkra serliga hending, ið tit vilja minnast.

Til vinstru er eitt dømi um eitt samklipp, har Sigrun hevur gjørt eitt samklipp av myndum frá telefonini av fyrsta árinum hjá Tobia Símuni.

Praktisk ráð

Góðskan á myndunum hevur nógv at siga, so royn aldrin at taka eitt screen shot av myndini, ella goym hana frá Messenger, men royn heldur og fáa myndina á mail ella í so góðari góðsku sum møguligt.

Eitt gott hugskot er at velja myndirnar, ið tú ynskir at prenta og geva teimum eitt “hjarta” inni á myndasavninum á telefonini.

Vit hjálpa og vegleiða fyri at fáa eitt so gott enda úrslit sum gjørligt.


Hevur tú onkra gamla mynd, iđ tú kundi hugsađ tær at fingiđ talgilda, umvælda ella prentađa út av nýggjum, so er hetta nakađ, iđ vit kunnu hjálpa tær viđ.