Myndaboks

Jólakort frá Myndaboks

Aftur í ár er møguligt at koma inn í Myndaboks at taka myndir til jólakort. Myndirnar fáast saman við sergjørdum føroyskum jólakortum, ið eru teknað av Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim og Heiðriki á Heygum. 
Tað er bæði stuttligt, skjótt og lætt at fáa myndir og jólakort frá Myndaboks. Tað er væl egnað til børnini, men tað ber eisini til at hava alla familjuna við á jólaheilsanini.
Tú fært 10 føroysk jólakort við mynd og brævbjálvum fyri kr. 500.
Um tú hevur aðrar myndir, ið eru tiknar av okkum ígjøgnum árið, so er sama tilboð galdandi. Tað kunnu vera skúlamyndir ella aðrar myndir frá Myndaboks EYKA, ið Miriam hevur tikið.

Jólakort frá Myndaboks