Myndaboks EYKA

Gávumyndir

So lætt og ómakaleyst hevur tað ongantíð verið at taka professionellar myndir. Tú fært tíð í dag ella í morgin. Tú sleppur at góðkenna myndirnar, og síðani prenta vit tær á staðnum. 
Tú fert avstað aftur við myndini, sum tú ynskti tær, og hon er klár at hanga upp í stovuni ella at geva sum jólagávu til tíni kæru.
Vit bjóða portettmyndir, familjumyndir, systkinamyndir og barnamyndir. Lætt. Skjótt. Og enntá bíligt. 
Ring og bílegg tíð nú. Tlf: 505454 ella send ein t-post: info@myndaboks.fo